Argentinski kardinalurin Jorge Mario Bergoglio varð valdur til páva og tók sær navnið Frans

Mars 2013: Fyrsti Frans og 266. pávi

Emil Lisberg Jacobsen

29.12.2013 - 05:33

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Mars mánaður 2013 bleiv søguligur fyri allan tann kristna og serliga tann katólska heimin, tí fyri fyrstu ferð í næstan 600 ár og bert aðru ferð í heimssøguni legði ein pávi frá sær, og ein nýggjur kom í hansara stað.

Bænadikt XVI pávi boðaði longu í februar frá, at hann vegna ringa heilsu ikki longur sá seg føran fyri at røkja sínar uppgávur sum pávi, og 13. mars valdi konklavan so 76 ára gamla argentinska kardinalin Jorge Mario Bergoglio til 266. pávan.

Tað tók bert tveir dagar og fimm atkvøðugreiðslur hjá konklavuni at velja nýggja pávan. Bergoglio tók sær navnið Frans eftir italska halgimenninum Frans av Assisi. Hann er fyrsti pávin, sum hevur hetta navnið.

Tað sást rættiliga skjótt, at nýggi pávin hevði eina øðrvísi tilgongd til pávaembætið enn undanmaðurin hevði havt. Stutt eftir at hann var vorðin pávi vaskaði hann føturnar hjá tíggju monnum og tveimum kvinnum í einum ungdómsfongsli og í aldrinum 14-21 ár. Tey vóru heldur ikki øll katolikkar, men pávin segði ”hjálpið hvørjumøðrum. Tað er tað Jesus lærir okkum.”

Ikki øll hildu tað vera rætt at velja Bergoglio til páva. Spurningar vórðu settir við hansara leiklut sum prestur í Argentina undir hernaðarstýrinum í landinum í 1970-unum, tá nógvir andstøðingar vórðu kúgaðir og hvurvu.


Útskiftingar í toppinum

Forsetar og stjórnarleiðarar komu og fóru í mars mánaði 2013. Tann 5. mars doyði Hugo Chavez, forseti í Venesuela, 58 ára gamal. Hinvegin fekk Kina nýggjan forseta 14. mars, tá Xi Jinping kom til valdið. Dagin fyri kinverska forsetaskiftið fekk Grønland eisini ein nýggjan stjórnarleiðara, tá Aleqa Hammond og Siumut vunnu grønlendska valið. Móti endanum av mánaðinum varð fyrrverandi suðurafrikanski forsetin Nelson Mandela innlagdur á sjúkrahús við lungnabruna.

Á Falklandsoyggjunum valdu 99,8 prosent av íbúgvunum á fólkaatkvøðu 11. mars, at oyggjarnar framhaldandi skuldu vera undir bretsku krúnuni. Á Kypros var kreppan vorðin so stór, at ES mátti upp í leikin, og ein bjargingarætlan fyri 10 milliardir evrur varð niðurfeld, sum millum annað merkti, at ein stórur partur av oyggjabúgvunum mistu 10 prosent av tí tey høvdu innistandandi í kypriskum peningastovnum.


Enn ein dopingsøga

Í ítróttaheiminum vakti tað her á okkara leiðum ans, at danski súkklarin Rolf Sørensen alment viðgekk, at hann í síni tíð sum súkklari hevði brúkt bæði EPO og kortison fyri at fáa betri úrslit. Hetta kom stutt eftir, at Lance Armstrong hevði viðgingið at verið dopaður í fleiri ár, og súkkluítróttin fekk nú enn eitt skot fyri bógvin.

Í mars boðaði kendi enski fótbóltsspælarin Michael Owen eisini frá, at verandi kappingarár bleiv hansara seinasta, og at hann fór at gevast sum 33 ára gamal. Tá vóru tólv ár síðani hann í 2001 hevði vunnið tríggjar ymsar kappingar við Liverpool, og tey flestu vóru á einum máli um, at síðani tá hevði tað bara gingið skeivan veg hjá einum av evnaríkastu ensku álopsspælarunum í hesi øldini.