Salzburg og Marsielle stríddist hart fyri finaluplássinum í kvøld

(Mynd: EPA=

Marseille og Atletico Madrid í finaluni

Agnar Frederiksen

03.05.2018 - 21:50

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Dysturin í Salzburg fór í longda leiktíð, og hóast undirtippaða heimaliðið leveraði eitt framúr avrik í kvøld, so var Marseille omaná til endans.

Marseille hevði eina 2-0 leiðslu við til Eysturríkis, og tá farið var til hálvleiks í kvøld var málleyst. So alt bendi á, at franska liðið fór at koma víðari. Men í seinnu kvartfinaluni á heimavølli skoraði Salzburg fýra mál í 2.hálvleiki, og sendi yvirraskandi Lazio út. Og liðið úr Eysturríki gjørdi eisin idystin í kvøld sera spennandi. 

Stutt inn í 2.hálevleik legði miðvallarin Amadou Haidara heimaliðið á odda. Og miðskeiðis í hálvleikinum var javnvágur í samlaða úrslitinum. Talan var um sjálvmál. Tað kom ikki nakað mál afturat í vanligu leiktíðini, og so skuldi 2x15 minuttir til afturat.

Tá fimm minuttir restaðu í av 2.hálvleiki í longdu leiktíðini, avgjørdi Marseille dystin. Hóast bólturin rakti ein leikara hjá útiliðnum, áðrenn hann fór út av baklinjuni, so varð horna dømt, og inni í brotsteiginum setti innkifti Rolando bóltin í málið við høgra fótið. Nú skuldi Salzburg skora tvey mál, men tað endaði 2-1, og heimaliðið fekk eisini málskjúttan úr Mali, Haidara, vítan av vølli.

Salzburg vísti aftur styrki í kvøld, men tað rakk ikki til eitt finalupláss. Marseille skal møta Atletico í finaluni, sum verður leikt í Lyon 16 mei. Atletico vann í kvøld 1-0 á Arsenal, har Diego Costa gjørdist matchvinnari, og er favorittur til finaluna.