Martha Helena Joensen úr Vestmanna slapp akkurát burtur frá flogvøllinum, áðrenn bumbuatsóknina (Privatmynd)

Martha úr Vestmanna slapp við skrekkinum í Istanbul

Niels Petersen

29.06.2016 - 09:37

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Sum tey flestu hava fingið við, so varð ein yvirgangsatsókn framd móti Attatürk flogvøllinum í Istanbul seint í gjárkvøldið. Føroyska Martha Helena Joensen úr Vestmanna var tá júst farin sama veg, og var á veg av flogvøllinum í hýruvogni, tá bumbuálopið varð framt.

Martha Helena Joensen úr Vestmanna er gift Ásmundi Joensen, sum er skipari á Seago Felixstowe, sum liggur við bryggju í Instanbul. Endamálið við ferðini hjá Marthu var, at vitja mannin umborð. Men at tað skuldi blíva ein somikið hendingarík ferð kundi hon ikki droymt um.

- Eg fór heimanífrá klokkan 10 gjáramorgunin, og lendi í Istanbul kl 19:15 í gjárkvøldið. Kom gjøgnum passkontrollið kl 20, og klokkan 21 var eg á hotellinum, tætt við havnaøkið, har skipið hjá manninum var, sigur Martha Helena Joensen, sum tá ikki ánaði, hvussu ótrúliga nær hon var hesi óhugnaligu hending á flogvøllinum.

- Eg visti onki fyrr enn eg síggi í sjónvarpinum á hotelkamarinum, hvat var hent. Og tað var fullkomuliga óveruligt. Heilt surrealistiskt, tí eg kendi støðini aftur. Eg hevði gingið har fyri løtu síðani, sigur hon við lættaðari rødd.

Hotellið var ein heilan tíma burturfrá, so har var heilt friðarligt, so Martha fór sær ein stuttan gongutúr, meðan hon allíkavæl bíðaði eftir at sleppa umborð til mannin klokkan 03. Tá hon bleiv avheintað av hýruvogninum í nátt, vísti tað seg at vera sami hýruvognsførari, sum fyrr um kvøldið hevði koyrt hana til hotellið. Tey fingu síðani eitt lítið prát um hendingina, og tey blivu samd um, at álopið mátti vera framt beint aftaná at tey vóru frá flogvøllinum.

Martha kontaktaði beinanvegin familjuna heima, og fortaldi at hon hevði tað gott, so at tey ikki fóru at stúra, og tá Portalurin tosaði við hana í morgun var hon ikki skelkað av hendingini, men hon hugsaði meira um teir staklarnir sum blivu raktir, og um familjur teirra.

Les eisini: 60 særd eftir tvær spreingingar í Istanbul