Mynd: Marý F. Petersen.

Marý F. Petersen: Spennandi at sleppa við til oyggjaleikirnar

Malena Snorradóttir Jensen

21.06.2017 - 21:32

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

15 ára gamla Marý F. Petersen skal fyri fyrstu ferð saman við hinum gentunum á liðnum til oyggjaleikirnar í Gotlandi 2017.

- Tað er sera spennandi, sigur Marý F. Petersen.

Marý hevur altíð gjørt fimleik, men byrjaði at gera amboðsfimleik, tá hon var 12 ára gomul, og tað hevur nú ført við sær, at hon skal vera við til oyggjaleikirnar í Gotlandi 2017. Marý ger fimleik við fimleikafelagnum Støkk í Runavík.

- Eg haldi, at eg eri nokkso væl fyri til Oyggjaleikirnar, og eg klári alt, sum eg skal.

Landslið hevur havt eyka venjingar áðrenn oyggjaleikirnar, men tá hon ikki venur við landsliðnum, verður vant sum vanligt.

Marý vann FM í lop og á bita í ár, men hon gjørdist nummar tvey í kategoriini “all around.”

- Eg havi vónir um onkur heiðursmerki. Føroyar plagar at klára seg væl í lop. Vit hava eisini tikið okkum nógv fram í hinum amboðunum, so tað verur spennandi.