Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mascot farin aftur á krabbaveiðu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

13.01.2018 - 21:01

Tíðindi >

Mikukvøldið fór Mascot av Toftum við kós suður-vestur um Føroyar, har teir ætla at royna eftir krabba.

Onkrar dagførðingar og annað smávegis er gjørt við skipið nú tað hevur ligið í ein góðan mánað.

Tað var annars 22. septembur í fjør, at Mascot fór sín fyrsta túr á krabbaveiðu.
Fiskiskapurin hevur verið smáligur, samstundis sum veðurlíkindini hava verið buldraslig.

- Vit hava tó gott mót og trúgva og vænta, at hetta fer at bera til, sigur skiparin Kristian Mathisen.

- Tað er vetur og veðurlíkindini eru skiftandi, men skipið er sera sjógott, hóast tað er lítið.
Nú hava vit gjørt okkum nakrar royndir, bæði við skipinum, rúsunum og á nøkrum fiskileiðum. Vit hava eisini loyvið at royna í NEAF-sjógvi (altjóðasjógvi) so økið við kunnu royna á er sera, sera stórt, sigur Kristian.

11 mans fóru við Mascot og ætlannin er at seta og draga alt samdøgrið.

Teir ætla at ganga “norsku-vakt”, har teir arbeiða í átta tímar og hava so frí í átta tímar - tríggjar ferðir, og arbeiða so í fýra tímar og hava so frí í fýra tímar.

Tá skiftir arbeiðstíðin og frítíðin gjøgnum samdøgrini.

Kristian vónar, at teir koma at draga tríggjar stubbar um samdøgrið, sum hava 600 rúsur. Gongur tað heilt væl, so klára teir kanska fýra stubbar og 800 rúsur.

Áðrenn loyst var frá bryggju hevði sjómanstrúboðarin andakt umborð. Prestur spældi undir til felagssangin, endaði løtuna og lýsti signingina.