Matiné í Havnar Kirkju við Flóð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

16.05.2018 - 21:43

Mentan > Mentan > Konsertir

Leygardagin verður Matiné í Havnar Kirkju við kvinnukórinum Flóð, sum framførir verk eftir millum annað Verdi, Sunleifi Rasmussen og Paula í Sandagerði.

Flóð er eitt av nýggjaru kórunum í landinum, undir leiðslu av Benjamini Gaasedal. Flóð hevur verið virkið í nærum tvey ár, og telur Flóð nakrar av fremstu og royndastu kórsangarunum í Føroyum. Ein stórur partur av kórinum stavar frá Cantabile, sum í nógv ár hugtók áhoyrarar, eitt nú við fløguútgávu og framførðslum við Hanusi G. Johansen.

Flóð hevur ment seg til eitt væl samansungið kór, við mongum framførslum, eitt nú á kórfestivali í Norðurlandahúsinum í farnu viku.

Nú nýggja kórið hevur sett stavnin ímóti hægri tindum, bjóðar Flóð til inniliga og serstaka konsert.