Matiné í Havnar kirkju



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

14.06.2018 - 19:08

Mentan > Mentan > Konsertir

Leygardagin 16. juni klokkan 11.30 verður matiné í Havnar kirkju við violinleikaranum Moniku Stauss Joensen og urguleikaranum Andrea Stauss Hofmann. Tónleikararnir eru systrar og upprunaliga úr Sveis. Monika hevur í nógv ár búð í Føroyum og virka sum violinlærari innan musikkskúlan. Systirin Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum urguleikari í ymiskum kirkjum.

Monika og Andrea byrjaðu at spæla uppá violin og klaver sjey og átta ára gamlar. Longu fýra ár seinni bergtóku tær á “Yecklin competition” í kamarmusikki í Zúrich.

Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis.

Tær báðar hava í ár tvær konsertir í Føroyum. Tann fyrsta í Havnar kirkju leygardagin, hin verður í Leirvíkar kirkju týsdagin 19. juni klokkan 20 og í juli fara tær at framføra somu skrá í einari røð av summarkonsertum í Sveis.

Konsertirnar eru partur af konsertrøðini Summartónum, sum Felagið Føroysk Tónarskald aftur í ár skipar fyri við konsertum kring alt landið. Eitt av endamálunum við konsertrøðini er at menna føroyska tónlist. Tí er altíð nakað av føroyskum tónleiki á skránni til konsertirnar. Ofta er hetta nýskrivaður tónleikur, sum er komponeraður eftir avtalu millum tey, sum framføra og tónasmiðin.

Kristian Blak sum hevur skrivað 5 løg til hesar konsertirnar fyri violin og orgul.

Systrarnar báðar, fara annars at spæla eina blandaða skrá frá barok til nútíðartónleik.

Tónleikur í Havnar kirkju i summar

Henda matinéin er tann fyrsta av fleiri tónleikatiltøkum, sum vera í Havnar kirkju i summar.

Nøkur av tiltøkunum eru partur av Summartónum meðan Havnar kirkju stendur fyri øðrum tiltøkum.

Matiné verður hvønn leygardag og onkrar gerandisdagar vera eisini konsertir, millum annað við kórið úr Onglandi og við føroyska urguleikaranum Julian Rasmussen.

Øll tiltøkini er ókeypis, men høvi verður at geva eina gávu til tónleikatiltøk í Havnar kirkju. Peningurin sum kemur inn fer til samsýningar til tónleikarar og lýsing av tiltøkunum.

Tiltøkini verða lýst og ummæld so hvørt tey vera. Yvirlit yvir øll tiltøkini kann síggjast á facebooksíðuni hjá Havnar kirkju.