(KVF)

Mátti av ítróttarøkinum

Sverri Egholm

15.04.2018 - 21:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Mikkjal Thomassen var als ikki nøgdur við dømingina hjá Rúna Gaardbo í dystinum millum Skála og KÍ.

- Hetta er langt úti altso. Hetta er so langt úti, at eg havi ikki orð fyri hesum. Ætla tit at lata hann sleppa avstað við hesum her, rópti KÍ-venjarin inn á vøllin í fyrra hálvleiki.

Orðini høvdu við sær, at Rúni Gaardbo, burturvísti Mikkjali Thomassen, fyrst av útskiftingarbonkinum og síðani av áskoðaraplássinum. Tí mátti KÍ-venjarin av ítróttarøkinum at standa tað, sum var eftir av dystinum.

Dysturin endaði málleysur 0-0, og Skála er sostatt fyrsta liðið, sum í ár hevur megnað at taka stig frá klaksvíkingum.

Síggj hendingina á kvf.fo her