M.C. á aftankvirru í Vágs kirkju



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

05.04.2017 - 09:57

Mentan > Trúarlív

Í nøkur ár hevur Vágs kirkja verið karmur um aftankvirrur, har tónleika innsløg hava sett dagsskránna.

Nú komandi leygarkvøldið, verður aftur ein aftankvirran, og hesaferð er tað M.C. Restroff, ið kemur til Vágs at syngja og spæla.

M.C. Restorff hevur gjøgnum árini skrivað nógvar góðar og kendar sangir, og nú kemur hann so at framføra hesar í Vági, og eins og til væl umtóktu Hoyma konsertirnar í Gøtu, seinasta vetur, so kemur hann eisini at tosað nakað um hvussu sangirnir blivu veruleiki.

Tað er í sambandið við at Meinigheitshúsið í Vági hevur rundað tey 100 árini, at hendan aftankvirran verður fyriskipað. Og aftaná verður ein kaffimuður at fáa, umframt at áhoyrarnir kunnu lata eitt oyra til Meinigheitshúsið, sum júst er farið gjøgnum eina stóra nýgerð.