MC á sanganna veingjum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

06.12.2017 - 08:02

Mentan > Mentan > Konsertir

Í kvøld hittast Rudolf Joensen og M.C. Restorff til eina samrøðu um tónleikaligu yrkisleiðina hjá MC frá sjeyti árunum í Sweet Silence Studios í Keypmannahavn og til legendskvøld í Spaniastovu. Hvør er maðurin handan forbókstavirnar MC? Hvagani kemur íblásturin? Og er nakað nýtt á veg?

Saman við Húsorkestrinum fer MC at framføra nakrar av klassikarunum.

Í Miðstovuni er hugnalig jólakafé við gløgg, kaffi og rís a la mande.