Prins Harry og Meghan Markle (Mynd: EPA)

Meghan Markle sigur farvæl til sosialu miðlarnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

10.01.2018 - 23:34

Mentan > Tíðindi > Kongalig

Meghan Markle skal giftast við enska Prins Harry í mai. Hetta merkir samstundis, at hon ikki verður at finna á sosialu miðlunum.

Hetta sást í dag, tá hon tók sín blogg av netinum.

Tá prins Harry spurdi hana um hon vildi gifta seg við sær, avgjørdi amerikanska sjónleikarinnan, at hon steðgaði við yrkisleið síni. Nú sigur hon so eisini farvæl við sosialu miðlarnar, skrivar TV2.

Avgerðin er vanlig, tí at Meghan Markle er um at gerast partur av kongaligu familjuni í Bretlandi, sum í forvegin er á Twitter, Instagram og Facebook.

- Eg síggi tað ikki sum um at eg gevi upp uppá nakað. Tað er ein broyting, segði Meghan Markle við BBC, tá hon varð spurd um avgerðina at steðga sínari yrkisleið.

Prins Harry og Meghan Markle skulu giftast 19. mai 2018.