(Mynd: EPA)

Meghan skal í servenjing hjá SAS-serdeildunum

Ingi Samuelsen

01.12.2017 - 07:35

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Komandi bretska hertúginna, Meghan Markle, fær eina harða fyrireiking til lívið sum kongalig.

Komandi brúðurin skal nevniliga í venjing hjá bretsku SAS serdeildunum, áðrenn hon í mai kann giftast við Harry prinsi, skrivar The Independent.

Upplæringin verður kravd av øllum limum í bretska kongshúsinum og skal fyrireika kongaligu oddvitarnar í møguligum vandastøðum. Eitt nú hvat tey skulu gera, um tey verða tikin gísla av yvirgangsmonnum, ella um skotið verður eftir teimum.

Venjingin hjá Meghan Markle fer tí helst at byrja við eini venjing í gíslatøku, sum kann roknast at vera meira ógvuslig, enn ein vanligur polterabend. Hetta skuldi Kate Middleton ígjøgnum í 2011 áðrenn hon kundi giftast William prinsi, eins og Diane skuldi áðrenn hon giftist við Charles prinsi í 1983.

Meghan Markle skal eisini venja seg við at vera undir varðhaldi allar tímarnar í samdøgrinum. Og dagarnir sum vanliga fotogreferaður sjónleikari, eru nú taldir, tí nú skal hon venjast at vera elt af fotografum alla tíðina.



beint nú