Nýggjasta oljukeldan á Atlantsmótinum, miðskeiðis millum føroyska markið og Hetland, Clair Ridge, fer undir framleiðslu um stutta tíð og skal vera partur av ætlaðu økingini í oljuframleiðslu

Meira olja enn hildið í føroyska grannalagnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

06.03.2018 - 16:55

Oljan >

Nýggjar og komandi útbyggingar av olju- og gasskeldum í okkara næsta grannalag, m.a. á bretska landgrunninum tætt við Føroyar, skulu økja munandi um oljuframleiðsluna í Bretlandi komandi nógvu árini. Hetta er m.a. partur av orkupolitikkinum hjá bretsku stjórnini, sum skal gera Bretland til ein nettoútflytara av olju og gassi.

Olja- og gassframleiðslan í bretska partinum av Norðsjónum og vestan fyri Hetland er nú mett til at gerast væl hægri komandi árini enn higartil hildið. Árini frá 2016 til 2050 verður mett, at tað fara at verða framleiddar knappar 12 mia. tunnur. Onnur tøl siga 16 mia. tunnur. Tølini koma frá bretska oljumyndugleikanum ”Oil and Gas Authority”, OGA. Framleiðslan á bretska landgrunninum hesi seinastu 40-50 árini hevur verið uppá tilsamans 43 mia. tunnur.

Nýggja frágreiðingin, “Projections of UK Oil and Gas Production and Expenditure” var almannakunngjørd nú um dagarnar. Samlaða framleiðslan uppá knappar 12 mia. tunnur komandi 34 árini er knappar 3 mia. tunnur hægri enn mett í kendu Wood frágreiðingini frá 2014. Framleiðslan er mett at seta met í 2018, nú fleiri nýggjar olju- og gasskeldur fara undir framleiðslu. Í 2016 vóru gasskeldurnar Laggan Tormore tiknar í brúk, árið eftir í 2017 var útbyggingin av oljukeldunum Schiehallion og Loyal liðug, og í ár fer so stóra Clair Ridge verkætlanin miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið undir framleiðslu. Hon verður tikin í brúk um nakrar mánaðir og fer at økja munandi um framleiðsluna hjá einum av teimum størstu oljufeløgunum, BP. Fara vit so eystur í Norðsjógvin, so standa eisini har nýggjar oljukeldur til at fara undir framleiðslu hesi komandi árini.

Í 2017 var samlaða dagsframleiðslan á bretska landgrunninum mett til 1.63 mió. tunnur. Hevði Forties rørleiðingin ikki verið stongd í fleiri vikur vegna skaða, hevði framleiðslan verið munandi størri.

Framleiðslukostnaðurin á bretska landgrunninum síðani prísfallið í 2014 er eisini minkaður nógv, við umleið 27%. Meðal framleiðsluprísurin fyri eina tunnu av olju er nú 15 dollarar.

Stjórin í OGA, Dr Andy Samuel fegnast um nýmettu hækkingina av framleiðsluni uppá knappar 3 mia. tunnur komandi mongu árini. Tað vísir, at oljugoymslurnar eru nógv størri enn higartil hildið. Hann ivast ikki í, at tær kunnu vera uppaftur hægri, tá nýggjar boringar vónandi fara at staðfesta, at meira olja og gass eru í undirgrundini bæði í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Hann sigur, at OGA fer at halda fram við at samstarva við bæði ídnaðin og stjórnina til tess at menna oljuvinnuna komandi árini, soleiðis at hon gagnar búskapinum.

Alex Kemp, professari í oljubúskapi við Aberdeen University sigur í eini viðmerking við Energy Voice heimasíðuna, at seinastu tølini umboða eitt stórt framstig fyri hesa vinnuna. Hann leggur tó dent á, at Norðsjógvurin og økið vestan fyri Hetland goyma stórar nøgdir av ótroyttari olju og gassi í keldum, sum enn ikki eru útbygdar. Sjálvur heldur hann, at framleiðslan fram til 2050 kann vaksa til 16 mia. tunnur og bygdi hann hetta á evnini hjá vinnuni at menna nýggja tøkni og brúka hana í oljumenningini.

Millum keldurnar, sum Alex Kemp sipar til, eru tvær, ið liggja tætt upp at føroyska markinum, nevniliga Rosebank og Cambo. Avgerð verður tikin um eina møguliga útbygging av stóru oljukelduni Rosebank í 2019. Hvat Cambo viðvíkur, so hevur fyristøðufelagið Siccar Point Energy longu boðað frá, at tað er farið undir eina útbygging av kelduni. Í hesum sambandi verður ein týdningarmikil metingar- og avmarkingarbrunnur boraður har í næsta mánað av pallinum West Hercules, sum fyri trimum árum síðani boraði Súlan Stelkur brunnin føroysku megin markið. Eisini verður gjørd ein sonevnd ”Extended Welltest” á Cambokelduni, sum er tað seinasta eitt felag ger, áðrenn sjálv útbyggingin byrjar.

Endamálið við hesum mongu útbyggingum av oljufundum er at gera Bretland til ein ”net oil” útflytara, tvs. ein netto útflytara av olju. Samlaða nýtslan í Bretlandi er í dag uppá umleið 1,5 mió. tunnur. Samanbera vit við tó altjóða oljuframleiðsluna, sum liggur millum 95 og 100 mió. tunnur um dagin, so umboðar bretski parturin ”einans” 1%.

Keldur: OGA, BBC, Energy Voice, Sysla