(Mynd: EPA)

Meiriluti av føroyingum ynskir forboð móti burka og niqab



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

08.03.2018 - 22:04

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Sjálvstýri hevur lagt uppskot fram fyri tingið, har skotið verður upp at banna burka og niqab í føroyska samfelagnum.

Í oktober í fjør gjørdi flokkurin eina kanning í samstarvi við Spyr.fo, har spurt var um vit skulu hava eina lóg móti burka og niqab.

Góð 69 prosent svaraðu, at vit skulu hava eina lóg ímóti tí. Smá 21 prosent halda at fólk sjálvi skulu sleppa at avgera hvussu tey eru íklødd meðan 10 prosent siga seg ikki vita.

Tað er serliga í Sandoy og Suðuroynni at tey taka undir hesum. Har halda 76,6 prosent, at vit skulu hava eina lóg ímóti nýtslu av slíkum. 15 prosent siga at fólk sjálvi skulu gera av hvussu tey eru klødd.