(Mynd: Sverri Egholm)

Meirilutin vrakar uppskotið um at framskunda tunlar

Sverri Egholm

18.04.2018 - 23:20

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Álit er nú komið úr rættarnevndini um uppskotið um at framskunda tunlarnar norð um fjall. Nevndin hevur býtt seg upp í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin, sum eru Kristin Michelsen, Ingolf S. Olsen, Ruth Vang og Sonja J. Jógvansdóttir halda tað ikki vera skilagott at taka einstakar verkætlanir burturúr frammanundan raðfestu samferðsluætlanini hjá Landvserki og fíggja hesar við tunlum, sum tilvildarliga liggja nærhendis.

Meirilutin nevnir møguleikan at breiðka og víðka verandi tunlar, so teir vera tveysporaðir, og vísir á, at tann møguleikin ikki er nóg væl kannaður og lýstur.

Sostatt tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin sum eru Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur, Magnus Rasmussen og Edmund Joensen vísa á, at støðan har norði er akut, og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Tey vísa á at ferðslan í tunlunum liggur millum 1.300 og 1.700 bilar um dagin, harav ein partur er tung ferðsla. Hetta ger, at støðan er heilt serstøk viðvíkjandi tunlunum norður um fjall, og tað er tí, at lagt verður upp til eina øðrvísi loysn, tá tað eftir øllum at døma ikki ber til at fáa framskundað tunlarnar “norður um fjall” í langtíðaríløguætlanini hjá landinum.

Í uppskotinum verður skotið upp, at broyta lógina fyri Norðoyatunnilin, so at tunnilsfelagið saman við Landsverki fær heimild at brúka pening hjá partafelagnum til at fyrireika nýggja farleið norður um fjall.

Um uppskotið kemur til aðru viðgerð í hesari vikuni ella í næstu viku er ógreitt. Løgtingsformaðurin ætlar sær í summarfrí á flaggdegnum 25. apríl, so áðrenn tað verður tað helst.

Les eisini: Samd fíggjarnevnd tekur undir við nýggjum Hvalbiartunli