Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Meistararnir byrja í Gundadali

Ari av Rana

15.02.2018 - 16:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Leikskráin fyri komandi kappingarár í Betri Deildini hjá kvinnum er nú klár. Meistararnir úr EB/Streymi/Skála byrja á útivølli móti B36.

Sunnudagin 11. mars verður fyrsta spark í fremstu deildini hjá kvinnum, sum eisini ber heitið Betri Deildin. Í fyrsta umfari møtast liðini soleiðis: B36 - EBS/Skála, B68 - HB og ÍF/Víkingur - KÍ.

Fyrra hálva verður spæld frá 11. mars til 30. juni, og síðani verður byrjað aftur 19. august. Seinasta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður spælt 26. oktober, skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu síni.

Í 20. og síðsta umfari hittast liðini soleiðis: KÍ - HB, B68 - EBS/Skála og ÍF/Víkingur - B36.

Øll leikskráin í fremstu deildini hjá kvinnum sæst her.