Meistararnir taptu móti Burnley

Steinar Patursson

12.08.2017 - 16:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tey, ið sóu fyrra hálvleik í dystinum millum Chelsea og Burnley munnu hava undrast, um hetta var sama byrjan til kappingarárið sum kappingarárið 2015/16.

Chelsea verjan var í fullstendigari upploysn, og eftir bert 13 minuttum varð liðskiparin, Gary Cahill, sendir av vøllinum fyri eina ófantaliga takling.

Reyða kortið punkteraði London liðið fullstendiga, og tá farið var í hálvleik førdi Burnley við trimum málum móti ongum.

Okkurt man Antonio Conte hava sagt við manningina hjá sær, tí sum frá leið í øðrum hálvleiki gjørdist Chelsea spælið meira organiserað, og í 69. minutti kundi innskifti Alvaro Morata, sum eisini hevði debut á Chelsea liðnum, minka um munin til 1-3.

Tað sá eina løtu út, sum at Chelsea ætlaði sær av álvara at venda gongdini í dystinum, men í 81. minutti kom seinna reyða kortið, tá Cesc Fabregas fekk gult kort nummar tvey, og Chelsea spældi við 9 monnum móti einum annars rættiliga væl upplagdum Burnley liði.

Eitt sindur óvæntað tóktiskt seinna reyða kortið tó at koyra meira gúpp í Chelsea, og tá 88. minuttir vóru farnir kundi David Luiz minka um munin til 2-3.

Chelsea stríddist til endan at fáa javnandi málið, men tá avtornaði endaði við einum 2-3 sigri til útiliðið, sum í heila tikið eisini var uppiborið.

Málskjúttar:

24. 0-1 Sam Vokes

39. 0-2 Stephen Ward

43. 0-3 Sam Vokes

69. 1-3 Alvaro Morata

88. David Luiz