(Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)

Meistaravenjarin til NSÍ

Sverri Egholm

04.11.2017 - 21:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sámal Erik Hentze verður venjari hjá NSÍ komandi kappingarár. Hesum boðaði NSÍ frá á ársveitsluni hjá felagnum í kvøld.

Bagge, sum hann eisini verður nevndur, hevur verið venjari hjá Víkingi seinastu tvey árini, og tað hevur eydnast honum at hála tvey meistaraheitir heim til Gøtu og Leirvík.

Hann hevur annars áður boðað frá, at hann ikki ætlar at vera venjari komandi ár, men tann støðan er altso broytt nú.

Sum skilst er avtala gjørd fyri kappingarárið 2018.