Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Tá Meksiko skoraði til 1-0 móti Týsklandi í HM dysti í gjár, var gleðin í Meksiko City so stór, at ein lítil jarðskjálvti varð skrásettur.
Skipað varð fyri at íbúgvarnir í Meksiko City sóu dystin á stórskermi, og rómurin var stórur, tá Hirving Lozano legði Meksiko á odda eftir 35 minuttir.
Fagnaðarrómurin var so stórur, at seismologiska institutti í Meksiko skrásetti ein lítlan jarðskjálvta.
- Jarðskjálvtin, sum varð skrásettur í Meksiko City, er allarhelst úrslit av at so nógv fólk hoppaðu, tá Meksiko skoraði. Í minsta lagi tveir varnarar í býnum skrásettu skjálvtan klokkan 11:32, skrivaði seismologiska institutti á Twitter sambært TV2.