Melania Trump (Mynd: EPA)

Melania Trump hartar mann sín



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

18.06.2018 - 12:26

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Nýggja átakið í amerikanska innflytarapolitikkinum hevur fingið øði í Melania Trump. Nú finnist hon at átakinum, sum umsitingin hjá manninum hevur latið gjørt.

Átakið er, at familjur, sum verða tiknar í at royna at koma ólógliga inn í landið, verða sundurskildar, um tær verða fangaðar.

Hetta hevur fingið forsetfrúnna at tala at. Talskvinna hennara sigur, at Melania Trump “hatar at síggja børn verða skyld frá sínari familju”. Melania Trump sigur eisini, at USA eigur at verða eitt landið, har vit fylgja øllum lógum, men at tað eisini eigur at verða eitt land, sum stýrir við hjartanum, skrivar TV2.

Lógin er ikki nýggj, men tað er ikki hent fyrr, at hon er brúkt til at skilja børn frá foreldrum sínum.