Menn: Hvør kemur í hálvfinaluna?

Hanus Samró

21.01.2015 - 18:05

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

3. og síðsta umfar í bólkaspælinum í Coca-Cola kappingini verður í kvøld. Í bólki 2 spæla steypavinnararnir frá í fjør - Kyndil - ímóti H71 í høllini á Hálsi, meðan Stíf tekur ímóti Team Klaksvík í høllini á Skála. Bólkurin er so at siga opin, tí øll liðini hava møguleika at spæla seg víðari.

Í bólki 1 spæla VÍF og KÍF í høllini í Vestmanna, meðan Neistin tekur ímóti H71 2 í høllini á Hálsi. VÍF hava longu spælt seg víðari, meðan bæði KÍF og Neistin hava framvegis møguleikan at spæla seg í hálvfinaluna.

Skráin er hendan:

Bólkur 2: 21.01 kl. 20.00 Kyndil – H71

Bólkur 2: 21.01 kl. 20.00 StÍF – Team Klaksvík

Bólkur 1: 21.01 kl. 20.00 VÍF – KÍF

Bólkur 1: 22.01 kl. 19.30 Neistin – H71 2