Føroyar í báðum flogbóltsfinalunum

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 19:15

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Føroyska manslandsliðið vann í kvøld hálvfinaluna í flogbólti á Jersey. 3-1 gjørdist úrslitið.

Áland kom á odda í dystinum við at vinna fyrsta sett 25-23. Settið var sera javnt, og tað var annað settið eisini, men her vóru Føroyar við yvirlutan og vunnu 25-22.

Í triðja setti var spenningurin øgiligur, og tað var í veruleikanum her, at dysturin varð vunnin. Tað stóð á jøvnum bæði 24-24 og 25-25 áðrenn Føroyar vunnu settið 27-25.

Í fjórða setti var tað sum um luftin varð farin úr álendingunum. Føroyar komu lættliga framum 12-3, og hildu eina trygga leiðslu allan vegin ígjøgnum. Triðja sett varð vunnið 25-13, og harvið dysturin 3-1.

Vinnarin av hálvfinaluni skal spæla móti Saaremaa, sum bankaði Bermuda 3-0 í fyrru hálvfinaluni.

Finalan verður í morgin kl. 14.30.