- Mennirnir í Kyndli eru favorittar

Ari av Rana

15.02.2018 - 14:47

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Hondbóltssendingin hjá Hondbóltssamband Føroya, fríkast, viðger hesaferð hondbóltsfinalurnar, sum verða spældar í vikuskiftinum.

Fríkast hevur hesaferð vitjan av Geir Wardum, sum metir um finalurnar hjá kvinnum og monnum.

Hondbóltsviðmerkjarin væntar, at talan verður um tvær tættar og spennandi finalur. Geir væntar tó, at mansliðið hjá Kyndli eru ein lítil favorittur móti sigursvandu monnunum úr H71.