Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti

Menorca megnar heldur ikki at hýsa OyL 2019

Ingi Samuelsen

30.06.2015 - 18:20

Ítróttur >

Árið 2019 er vorðin ein marra hjá oyggjaleikasamgonguni IIGA.

Í dag var ársfundur í samgonguni, og her kom fram, at spanska oyggin Menorca heldur ikki klárar at átaka sær vertsskapin fyri leikunum í 2019, so tað stendur enn í tí óvissa hvør skal hýsa leikunum um fýra ár.

Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, er ikki serliga errin, tá hann skal greiða frá, hvat hendi á fundinum í dag.

- Tað eru vit, sum hava skapt henda trupulleikan, so hetta er ógvuliga keðiligt. Tá vit máttu taka okkara umsókn aftur, royndi IIGA at yvirtala Menorca, sum hevði víst áhuga fyri vertskapinum, men í dag boðaðu tey so frá, at tey ikki megna tað.

- Tað eru komnir nýggir avgerðartakarar framat á Menorca síðan síðst, og tað var almenna orsøkin, sum vit fingu at vita á fundinum í dag, sigur Petur Elias Petersen.

Trupulleikin má loysast
Nú er tað so upp til oyggjaleikafelagsskapin at loysa trupulleikan við 2019. Petur Elias Petersen letur skilja, at ÍSF hevur tosað við IIGA-forsetan og onnur og spurt um møguleikan at skipa fyri oyggjaleikunum í Føroyum við 11 ítróttagreinum, men tað tykist ikki at vera áhugi fyri tí.

- Tað er ikki nakað, vit tosaðu um á sjálvum fundinum. Eftir tað, sum er hent, velja vit at halda lágan profil, sigur Petur Elias Petersen.

Politiskt spæl
Men politiska spælið um oyggjaleikirnar 2021, 2023, 2025 og 2027 er longu farið í gongd, og longu nú hava Guernsey (2021), Ynis Mon (2023), Orknoyggjar (2025) og Isle of Man (2027) boða frá sínum áhuga. Menorca, Føroyar og Rhodos vilja eisini vera vertir, men hava ikki sett árstal á.

- Vit vilja gjarna. Men 2019 er farið, og vit koma nokk heldur ikki at leggja billett inn til 2021. Men innan nýggjár skulu vit í ÍSF semjast um hvat vit so gera – velja hvat ár vit vilja satsa uppá, og harvið hvørjari oyggj vit vilja kappast ímóti, sigur Petur Elias Petersen.

Sølvi úr nevndini
Á fundinum í dag fór Sølvi Reinert Hansen úr altjóða oyggjaleikanevndini. Hann hevur ikki møguleika at brúka ta nógvu tíðina, sum krevst. Føroyar hevði einki valevni ístaðin fyri Sølva, so vit stuðlaðu Paul Scope úr Bermuda, sum er nýggjur limur í IIGA-nevndini.