(Mynd: kum.dk)

Mentamálaráðharrin hartar happararnar: Hyklið fær ongan enda

Ingi Samuelsen

14.02.2018 - 11:59

Tíðindi > Danmark

Danski mentamálaráðharrin, Mette Bock, úr flokkinum Liberal Alliance, hevur ikki skrivað eini vanlig minningarorð yvir Hendrik prins á Facebook vanga sínum í morgun.

Ístaðin valdi hon at geva teimum – serliga miðlunum – sum hava háað og happað prinsin gjøgnum hansara lív, eina skortfleingju.

Hon skrivar um vøkru kærleikssøguna millum ungu donsku prinsessuna og vakra franska aðalsmannin, Henri. Komin til Danmarkar varð maðurin happaður fyri sítt ynski um at varðveita nakað av sínum egna samleika, tí maðurin ongantíð rættiliga gjørdist danskari, hóast hann varð tvungin til at skifta navn frá franska Henri til danska Henrik.

”Nú er maðurin deyður. Og happararnir fara at floyma við minningarorðum um hetta fantastiska menniskja, sum var spennandi, øðrvísi, brúsandi og heils sín egni. Hyklið fer ongan enda at taka”, skrivar danski mentamálaráðharrin millum annað á egna Facebook-vanga sínum:



beint nú