Mentamálaráðið ógildar uppsøgnina av Liljuni Weihe

Sverri Egholm

20.04.2018 - 12:11

Tíðindi > Mentan > Miðlar & fólk

Liljan Weihe fær viðhald frá Mentamálaráðnum. Tað er greitt í niðurstøðuni, sum partarnir í málinum hava fingið fyrrapartin.

Í niðurstøðuni stendur, at Johnny í Grótinum, kringvarpstjóri, átti at roynt við átalu, ávaring ella flyting til annað starvsøki, áðrenn farið var undir uppsagnartilgongdina.

- Mentamálaráðið fer at ógilda avgerðina um at siga kæraran úr starvi og sostatt er Liljan Weihe framhaldandi í starvi sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, stendur í niðurstøðuni.

Les alla niðurstøðuna her