Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mentanarnáttin verður 2. juni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

14.05.2017 - 15:55

Mentan >

Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, er Mentanarnáttin vorðin eitt av best umtóktu tiltøkum í Havnini. Í ár verður hon fríggjakvøldið 2. juni.

Hetta kvøldið kemur lív í havnargøtur. Alskyns tiltøk eru í gøtunum, tey flestu ókeypis, og handlarnir hava leingi opið.

Eins og undanfarin ár hevur Mentanarnáttin 2017 eina fjølbroytta skrá. Stovnar og virki fara at lata dyrnar upp fyri almenninginum, matstovur og hotell spenna seg út, og søvnini runt um í býnum eru opin.