Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Merkið hjá Atlantsflog eitur nú Basalt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

13.09.2017 - 13:32

Tíðindi > Flogferðsla

“Merkið”, sum Atlantic Airways navngav kortið til tey, sum ferðast mest við føroyska flogfelagnum, fáa, broytir nú navn.

Nýggja heitið er “Basalt”, sum skipar til upphav Føroya. Hetta skrivar Atlantsflog í tíðindaskrivi í dag.

- Eftir sera nógva umrøðu av júst hesum limaskapinum og trúfestiskortinum “Merkið”, gjørdi Atlantic Airways av at broyta navnið á kortinum. Nýggja heitið er “Basalt”, sum sipar til upphav Føroya. Basalt er grundarlagið undir landið okkara, eins og góðir og trúgvir kundar eru fyri eina fyritøku.

Tað var fyrr í summar, at hetta kortið, sum er partur av súlubonusskipanini hjá Atlantsflog fekk fleiri at øsa seg. Løgmaður var alment frammi og segði, at landsstýrið ikki fór at gera brúk av hesum kortinum, sum millum annað gevur atgongd til fast-track á flogvøllinum í Kastrup, ókeypis mat og drekka á flogførunum og aðrar fyrimunir.

Les eisini: Atlantsflog við nýggjari app og øktum tænastum