(Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: Merkið í hálva stong fyri prinsinum

Ingi Samuelsen

14.02.2018 - 13:04

Tíðindi >

Í dag varð Merkið vundið á hálva stong við flestallar almennar bygningar, og øðrum við, fyri at minnast Hendrik prins, sum doyði á Fredensborg slotti í gjárkvøldið.

Føroyingar hava eisini møguleika at skriva eina heilsan í kongaliga kondolansubók. Ríkisumboðið boðar í dag frá, at frá í dag klokkan 13 og fram til kórsetingina 20. februar kunnu fólk koma á dyrnar hjá Ríkisumboðnum, og skriva eina heilsan.

Ríkisumboðið hevur opið gerandisdagar millum klokkan 10 og 15. Í sambandi við hirðsorgina heldur Ríkisumboðið eisini opið frá 10 til 12 leygardagin.

Heilsanirnar verða síðan sendar danska kongshúsinum.

Sverri Egholm hevur verið ein túr í býnum og tikið myndir av syrgjandi Merkjunum, sum stríddust í hvassa landssynninginum