Merkið og KÍ troyggjan á Camp Nou



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hallur av Rana

22.10.2014 - 16:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tá Barcelona og Ajax spældi Champions League dyst týskvøldið, vísti sjónvarps myndirnar tí eina løtuna nakrar glaðar Barcelona fjepparar, ið feiðraði fyrsta málið í dystinum.

Fyri føroyingar var tað kanska serliga forkunnigt hesa løtuna, at síggja Merkið veitra millum áskoðararnar í hesum risa leikvølli. Tætt við stóð eisini ein persónur í KÍ blusu, ið uttan iva hevur fingið smílið fram á mongum KÍ fjeppara.

Talan var um klaksvíksingin Finn Baldinsson, ið var til dyst saman við Joan Baldvinsson, Jónu Eydnugarð og Jákup Eydnugarð.

Norðlýsið hevur tosa við Finn, ið greiðir frá kvøldinum.

- Tað var soleiðis, at sonur mín Heðin hevði 12 ára føðingardag í gjár, tá dysturin var spældur. Og um hann skuldi síggja pápa sín á Camp Nou, so var eitt at gera. Tað var at lata seg í KÍ blusuna. Um eg hevði verið í einari Barcelona blusu, so hevði verið verri at funnið meg millum allar hinar fjeppararnar. Og tað hjálpti væl til, at systkinabarnið Jákup Eydnugarð hevði Merkið við.

- Vit fingu fleiri sms boð, ímeðan dysturin var um, at fólk høvdu sæð okkum í sjónvarpinum. Men eg hevði ikki roknað við hesari søguni, áðrenn eg fór a Camp Nou, fortelur Finn.