Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto.com

- Merkið spyr ikki um húðarlit ella uppruna

Sverri Egholm

25.04.2017 - 23:17

Tíðindi >

- Umborð á Sannu vóru ymiskir menn. Ymsar áskoðanir. Ymsar bakgrundir. Men teir høvdu sama stavnhald, og teir kendu seg heima undir Merkinum. Bæði einsamallir á víðum havi – og tá teir løgdu at í Amerika.

- Í dag standa vit saman undir Merkinum á markamótinum við aðrar tjóðir. Tað hevði eisini verið ein fyrimunur, um vit dugdu betri at sameinst í okkara fjølbroytni her heima.

Tað segði Eydna Skaale millum annað í flaggdagsrøðuni á Vaglinum seinnapartin. Røðan byggir á eina skonnart við navninum Sanna, sum er í New York við føroyskum flaggi undir krígnum. Abbi Eydnu er umborð á skonnartini.

Les alla røðuna her ella hoyr hana her