Mynd: Sverri Egholm

Merkja nú hvalirnar í Norðragøtu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

22.05.2018 - 17:18

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

Grindin sum seinnapartin legði beinini í Syðrugøtu er nú sleipað til Norðragøtu, har hon verður fingin upp á land.

Talan er um einar 130-150 hvalir, og fólk eru nú í gongd við at merkja. Enn er ógreitt nær seðlarnir koma út.

- Ja, nú mugu vit fáa greiðu á hvussu nógv skinn talan er um, og hvussu nógv fólk hava luttikið í drápinum, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.

Men hann sigur, at seðlarnir koma út í kvøld.

Drápið gekk sera væl, og teir í Syðrugøtu vóru væl skipaðir. Tað gingu bara níggju minuttir frá at drápið byrjaði til tann síðsti hvalurin varð dripin.