Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Merktu einki til flóðalduna: Kambur sigldi út á djypri vatn

Føroyska Sjómansmissiónin

18.06.2017 - 22:52

Tíðindi > Tíðindi > Grønland

- Vit merktu einki til flóðalduna

Tað sigur Mortan Mortensen, skipari á frystilínuskipinum Kambur, sum liggur í bygdini Aappilattoq innanfyri Upernavik í Norðurgrønlandi og tekur móti svartkalva frá jollum og smærri bátum.

Kambur er leigaður av Royal Greenland fram til 1. septembur, tí flakavirkið í bygdini skal setast í stand og kann tí ikki taka ímóti svartkalvanum í summar.

Við Kambi eru seks føroyingar og 10 grønlendingar. Grønlendingarnir standa fyri móttøkuni og hagreiðingini og frystingini. Føroyingarnir eru seks vikur umborð og seks vikur heima.

- Nei, vit merktu einki til flóðalduna, men kl 02.30 í nátt kom ein “bygdabetjentur” umborð og segði okkum frá tsunamiávaringini. Vit drógu ankari upp og sigldu út á djypri vatn beinanvegin, greiðir hann frá.

- Vit sóu fólki í bygdini fara niðan á eitt fjall omanfyri bygdina samstundis sum menninir fóru út á fjørðin við bátunum.

Klokkan 04 var ávaringin avblást og fólk fóru aftur til húsar og bátarnir sigldu aftur til lands. Vit kunnu tí siga, at fyri okkum spældi tað væl av, sigur Mortan Mortensen.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini her