Lionel Messi fekk 29 minuttir av spælitíð móti Panama í nátt. Tað var nóg mikið til at náa at skjóta trý mál (Mynd: EPA)

Messi brúkti hálvan tíma til sítt hattrick móti Panama

Niels Petersen

11.06.2016 - 09:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Lionel Messi var ikki við frá byrjan hjá Argentina í nátt, tá liðið spældi móti Panama í Copa America kappingini. Men Argentina ræður yvir so nógvum góðum leikarum, so tað gekk hóast alt gott. Bert sjey minuttir skuldu ganga, áðrenn Nicolas Otamendi skallaði argentinar á odda, eftir framúr innlegg frá Angel Di Maria. Hóast greiða leikliga yvirvág, og nakrar møguleikar, eydnaðist ikki Argentina at fáa fleiri mál fyri steðgin. Hetta eisini hóast Panama fingu leikara vístan av vølli eftir hálvum tíma.

Í øðrum hálvleiki komu Lionel Messi og Sergio Aguero á vøllin, og ímillum sín skutu teir fýra mál afturat. Messi skoraði bert sjey minuttir eftir at hann kom á vøllin, og áðrenn dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð hevði lítli og kviki argentinin skotið tvey afturat. síðsta málið í dystinum átti Sergio Aguero. Argentina vann sostatt heili 5-0, og hava hervið tryggjað sær luttøku í fjórðingsfinalunum.

Vidal avgjørdi fyri Kili
Við einum sera teprum 2-1 sigri tryggjaði Kili rímuligt útgangstøði undan seinasta umfarinum í bólkaspælinum í Copa America. Kili hevði sera trupult við at sleppa gjøgnum sterku Bolivia verjuna allan fyrra hálvleik, og tá tað so eydnaðist, vantaði neyvleikin. Men í øðrum hálvleiki kom lív í beinanvegin.

Bert ein minuttur var farin av øðrum hálvleiki, tá Arturo Vidal legði Kili á odda. Tá høvdu teir ligið framvið fleiri ferðir. Beint eftir málið mundi tað aftur blivið mál til Kili, men Bolivia yvirlivdi. Tá umleið ein tími var spældur fekk Bolivia fríspark á næstan miðjari Kili hálvuni, og Campos varð settur at skjóta. Og sikken eitt skot. Hann hamraði bóltin í mótsatta málhorn úr næstan 35 metra fjarstøðu. Hann var stutt áðrenn skiftur inn.

Bolivia helt áfram at verja væl eftir hetta, og líkamikið hvat Kili royndi, so gekk ikki. Men langt inni í yvirtíðini gekk tað enduliga. Alexis Sanchez lyfti bóltin innfyri úr høgru, beint á armin á nærmasta verjuleikara, og hann stóð tá inni í brotsteiginum, so straffi varð dømt. Nú blivu teir hjá Bolivia púra svakir, og í besta suðuramerika stíli, umgyrdu teir dómaran. Hetta endaði við tveimum gulum kortum til Bolivia, og brotsparkið setti Arturo Vidal í kassan. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð høvdu liðini spælt í 12 minuttir yvirtíð.

Úrslit

Bólkur D
Kili - Bolivia 2-1 (0-0)

1-0: A. Vidal (46.)
1-1: J. Campos (61.)
2-1: A. Vidal (90+10)

Argentina - Panama 5-0 (1-0)
1-0: N. Otamendi (07.)
2-0: L. Messi (68.)
3-0: L. Messi (78.)
4-0: L. Messi (87.)
5-0: S. Aguero (90.)