Lionel Messi er troyttur av at tapa, so nú gevst hann á landsliðnum (Mynd: BBC)

Messi gevst á landsliðnum eftir enn eina tapta finalu

Niels Petersen

27.06.2016 - 06:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Argentinski áloyparin, Lionel Messi valdi í nátt at gevast á landsliðnum. Avgerðin varð tikin, eftir at hann brendi eitt brotspark í finaluósigrinum móti Kili í Copa America. Hetta skrivar BBC tíðliga í morgun.

- Landsliðið er farin tíð fyri meg. Eg havi gjørt alt eg kann. Tað pínir meg, ikki at meistari, segði 29 ára gamli bóltsnillingurin.

Við Barcelona hevur Messi vunnið átta La Liga meistaraheitir og fýra Champions League sigrar. Men einasta stóra kappingin hann hevur vunnið við Argentina var Olympiskt gullmerki í 2008. Síðani tá hevur hann tapt tríggjar stórar finalur á rað við landsliðnum.

Argentina tapti 0-1 í HM finaluni í 2014 móti Týsklandi, og í 2015 og 2016 tapti Argentina, báðar ferðir, móti Kili, og báðar ferðir eftir brotsparkskapping.

Messi var eisini á tapandi liðnum sum tapti Copa America kappingina móti Brasil í 2007.

- Nú er tað fjórða finalan sum eg havi tapt við Argentina, og eg má nokk staðfesta, at tað nokk ikki skal eydnast mær. Eg havi tó roynt. Tað var tað sum eg vildi allarmest, men eg náddi tað ikki, og nú haldi eg at tað er yvirstaðið, segði ein sera vónbrotin Lionel Messi eftir enn ein finaluósigur.

Finalan endaði 0-0, og Kili vann brotsparkskappingina 4-2.

Messi brendi tað fyrsta sparkið hjá Argentina, eftir at Sergio Romero hevði bjargað skotinum hjá Arturo Vidal.

Lucas Biglia brendi eisini, og so slapp Francisco Silva at gerast kilensk hetja, tá hann skoraði avgerandi brotsparkið fyri Kili.

Messi skoraði fimm mál í kappingini, og tok harvið metið fyri landsliðsmál fyri Argentina. Hann hevur nú skotið 55 mál.

Fyri Barcelona hevur hann skorað 453 mál í 531 dystum. Av hesum eru 312 skotin í La Liga, og tað er eisini met.