(Mynd: EPA)

Messi tryggjaði argentinska HM-luttøku




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.10.2017 - 06:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Stóra fótbóltsstjørnan, Lionel Messi, spældi ein framúr dyst, tá Argentina í nátt tryggjaði sær atgongumerki til HM-kappingina næsta summar við at vinna 3-1 á Ekvador.

Messi skoraði øll trý argentinsku málini og spældi sostatt høvuðsleiklutin í týdningarmikla útisigrinum, ið tryggjaði argentinsku luttøkuna í endaspælinum.

Undan dystinum var alt opið, og Argentina skuldi vinna á Ekvador. Samstundis skuldu hini úrslitini laga seg til argentinskan fyrimun, skuldi HM-luttøkan tryggjast.

Og úrslitini lagaðu seg fyri argentinar, og tað merkir, at Messi og hinir endaðu á triðja plássi í undankappingini.

Fýra tey fremstu plássini tryggja beinleiðis HM-luttøku, meðan fimtapláss skal út í playoff-dyst móti Ný Sælandi.

Umframt Argentina, hava Brasil, Uruguay og Kolumbia spælt seg til luttøku í HM-kappingini í Russlandi, meðan Peru skal spæla playoff-dyst.

Kili misti HM-luttøkuna eftir at landið tapti 0-3 móti Brasil. Kili endaði sostatt á sætta plássi.