Arctic Viking

MEST skal skifta høvuðsmotorin og hjálpimotorar á Arctic Viking



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

14.06.2018 - 10:04

Tíðindi > Tíðindi > Føroyar

Mest og P/F Líðin í Kollafirði undirskrivaðu í vikuni avtalu um at skifta høvuðsmotorin og báðar generatoreindirnar (hjálpimotorarnar) á trolaranum Arctic Viking M/tr. Talan er um eina stóra verkætlan, sum væntandi fer at taka góðar tveir mánaðir ella so.

Arbeiðið verður væntandi framt við endan av hesum árinum ella í byrjanini av komandi ári. Arbeiðið verður gjørt á Mest Tórshavn.

Høvuðsmotorurin verður ein Wartsila 6L 32 og generatoreindirnar av merkinum Cummins Model QSK19-DM.

- Vit á MEST eru sera fegin um at taka á okkum eina so umfatandi uppgávu fyri reiðaríið Líðina, sum vit hava samstarvað við í mong ár, sigur Mouritz Mohr, stjóri í stuttari viðmerking.

Arctic Viking M/tr er smíðaður á Langsten Skipasmiðjuni í Noregi í 1986 til Líðina P/f og hevur sostatt verið á somu hondum í samfull 32 ár. Trolarin er í dag einasti trolarin í føroyska rækjuflotanum.



beint nú