Ireen Wust (Mynd: EPA)

Mest vinnandi skoyturennarin í OL-søguni

Ingi Samuelsen

13.02.2018 - 09:44

Ítróttur > Ítróttur > Vetrarítróttur

Niðurlendski skoyturennarin, Ireen Wust, ók seg í gjár inn í søgubøkurnar undir vetrarolympisku leikunum í Suðurkorea.

Tað hendi, tá 31 ára gamla Wist vann gull í kappingini í 1500 metra skoyturenning fyri kvinnur. Harvið kom hon upp á tíggju OL-heiðursmerki, og er sostatt mest vinnandi skoyturennarin í OL-søguni. Fimm ferðir hevur Ireen Wust vunnið gull.

Í gjár rann hon teir 1500 metrarnar upp á ein minutt og 54,35 sekund.

Japanska Mih Takagi var 0,20 sekund seinri og fekk silvur, meðan Marrit Leenstra úr Niðurlondum vann bronsu.

Amerikanska Heather Bergsma, sum eigur heimsmetið, endaði nummar átta. Heimsmetið upp á ein minutt og 50,85 setti hon fyri tveimum árum síðani.

Niðurlond hava nú vunnið trý gullheiðursmerki, tvey úr silvuri og tvey úr bronsu og er landið við næstflest heiðursmerkjum eftir Týskland við fýra úr gulli, einum úr og tveimum úr bronsu. USA hevur vunnið trý gull, eitt silvur og tvey bronsuheiðursmerki.

Noreg vann gull á lopbrekkuni í gjár, tá Maren Lundby var best í skíðlopi. Við hesum sigrinum kunnu norðmenn nú breggja sær av at hava 100 ítróttafólk, sum hava vunnið gull á vetrarolympisku leikunum.

Noreg liggur á fjórða plássi við tveimum gull, fýra silvur og trimum gullheiðursmerkjum. Svøríki hevur vunnið eitt gull og eitt silvur og Finnland hevur vunnið tvey bronsuheiðursmerki.



beint nú