Metallica kemur enn einaferð til Danmarkar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

16.03.2017 - 10:30

Mentan > Mentan > Konsertir

Tey, sum ikki náddu at fáa atgongumerki til konsertirnar, sum Metallica hildu á Amager fyrr í ár, fáa nú enn ein møguleika at uppliva eitt av heimsins størstu rokkorkestrum í Danmark.

Metallica hevur júst kunngjørt hvar teir fara at spæla tá konsertleið teirra aftur gongur til Evropa seinni í ár.

Metallica gav tvær konsertir í nýggju Royal Arena á Amager í ferbruar. Ætlanin var at halda tríggjar konsertir, men ein teirra varð útsett til í heyst, orsaka av at sangarin James Hetfield fekk trupulleikar við røddini.

Nú boðar Metallica so frá, at teir gera enn eina vitjan í Danmark, tá teir støðga á í Boxen í Herning 27. mars næsta ár.

Metallica er íløtuni á ferð í Suðuramerika, og fara so eina langa ferð gjøgnum USA og Kanada. Í heyst venda teir aftur til Evropa, og spæla í Hollandi, Fraklandi, Týsklandi og Stórabretlandi í september og oktober. Komandi vár venda teir so aftur, og tá vitja teir eisini Norðurlond. Konsertin í Herning verður sum sagt 27. mars. Teir spæla í Oslo 2. mai, í Stockholm 5. og 7. mai og í Helsinki 9. og 11. mai.

Norski bólkurin Kvelertak hitar upp á Worldwired-konsertferðini í Evropa í heyst og komandi vár.