Mynd: Palma Hørdum, portal.fo

Methøg hyggjaratøl til X Factor finaluna

Sverri Egholm

30.03.2015 - 17:19

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

X Factor hevur framvegis nógvar hyggjarar. Tað varð staðfest longu eftir fyrstu sendingarnar í ársins X Factor.

Dr.dk boðar í dag frá, at X Factor setur met í hyggjaratølum og í vitjunartølum á X Factor heimasíðuni á netinum.

Heimasíðan skrivar, at tá Jógvan, Emilie Esther og Ivarson, Bang og Neumann sungu í fyrsta umfari, vóru tað heili 1.634.000 fólk, sum fylgdu við.

Í seinna partinum, eftir stóru tíðindasendingina "TV Avisen" hjá DR1, vóru tað heili 1,87 milliónir sum fylgdu við.

Hetta er met í mun til í hvør, tá 1.682.000 fylgdu við í fyrsta umfari og 1.845.000 fylgdu við í seinna umfari, tá alt skuldi avgerast.

Umframt methøg hyggjaratøl hevði X Factor eisini methøg vitjunartøl á almennu X Factor heimasíðuni á dr.dk. Í ár vóru tað 913.000 vitjanir í finaluvikuni. Hetta talið var 327.000 síðsta ár.

Met nógvar atkvøður
At X Factor hevði ovurstóran áhuga í ár, sást eisini aftur á atkvøðutølunum. Sum nakað nýtt var tað í ár møguligt at atkvøða við einari X Factor app umframt sms atkvøður.

Vit hava fingið næstan 800.00 atkvøður samnalagt í kvøld samanborið við 500.000 síðsta ár, segði ein vælnøgdur Jan Lagerman Lundme, leiðari á undirhaldsdeildini hjá DR fríggjakvøldið.