(Mynd: EPA)

Methøgt russiskt stigatal á ísinum

Ingi Samuelsen

12.02.2018 - 08:40

Ítróttur > Ítróttur > Vetrarítróttur

Listskoyting varð flutt eit stig upp, tá tað í gjár eydnaðist russisku Evgenia Medvedeva at seta nýtt met á vetrarolympisku leikunum.

Hon gjørdist søgulig, tá hon fekk hægsta stigatal, sum nakrantíð er givið í slíkari kapping.

Tað var í stuttu kappingini, at tað eydnaðist Medvedeva at skora 81,06 stig eftir eina røð av tekniskum perlum á ísinum í PyeongChang.

Í fjør var 18 ára gamli russin tann fyrsta nakrantíð, sum megnaði at koma upp á 80 stig.

Ongin av kappingarneytunum vóru í nær námind hennara støði. Italska Carolina Kostner fekk 75,10 stig, sum var næsthægsta skoran.

Evgenia Medvedeva er tvífaldur heimsmeistari. Hon kappast í PyeongChang undir uttanveltaðum flaggi, tí Russland er útihýst orsaka av ákærunum um doping.

Unga russiska kvinnan hevur ikki havt tær bestu fyrireikingarnar til OL, tí seina í fjør fekk hon staðfest eitt brot í fótinum. Hon mátti halda støðg í tveir mánaðir, og byrjaði ikki at skoyta aftur fyrr beint undan leikunum í Poeongchang.

Olympisku leikirnir í PoeongChang eru nú komnir væl og virðiliga ígongd, og eftir tveir heilar kappingardagar er støðan tann, at Týskland higartil hevur klárað seg best við trimum gullheiðursmerkjum og einum bronsu. Holland hevur tvey gull, tvey silvur og eitt bronsu og USA hevur tvey gull, eitt silvur og eitt bronsu.

Noreg hevur eitt gull, fýra silvur og trý bronsu, Svøríki hevur eitt gull og Finnland hevur tvey bronsuheiðursmerki.