(Mynd: Hagstovan)

Methøgt trendtal fyri løntakarar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.02.2018 - 09:44

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Í november vóru 26.358 føroyingar, ið vóru skrásettir at hava eitt arbeiði. Hóast hetta liggur eitt sindur undir talinum fyri skrásettar løntakarar síðsta summar, so vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni kortini eitt hámet.

Hagstovan arbeiðir eisini við árstíðarjavnaðum tølum og sokallaðum trendi. Og trendurin í november, sum tekur hædd fyri árstíðaravvikum og øðrum óreglusemi, vísir 26.395, og tað er nýtt met, skrivar Hagstovan á netinum.

Við trendtølunum fæst eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í løntakarunum.

Nýggjastu tølini fyri arbeiðsloysi hjá Hagstovuni sigur, at í november vóru 644 føroyingar raktir av arbeiðsloysi, svarandi til 532 fulltíðararbeiðsleys.