Methøgur gekkur næsta fríggjadag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

11.05.2018 - 20:51

Mentan >

Heldur ikki í kvøld fór høgi Gekkurin. Stórur spenningur var tá fjórða spæl fór í gongd, tí 2,2 milliónir vóru upp á spæl.

Marner Olsen úr Rituvík ringdi inn við fullari plátu. Hann valdi at koyra stóru gekkaupphæddina í tann gula leypin.

Tað var tó skjótt avgreitt, tí hann valdi at steðga fyrstu ferð á 15.000 krónum. Upphæddin varð faldað við tíggju.

Sostatt endaði hann við 150.000 krónum.

Næstu ferð er Gekkurin methøgur tá 2,4 milliónir eru at spæla um.