Pathfinder er á evg til upphøggingar.

Metnógvir boripallar til upphøggingar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

22.10.2017 - 09:59

Oljan >

Talið á boripallum sum kunnu bora á djúpum vatni minkar nógv. Í tríðja ársfjórðingi blivu metnógvir boripallar sendir til upphøggingar. Samstundis veit Bloomberg at siga at Transocean skal senda seks av sínum boripallum til upphøggingar.

- At bora á djúpum vatni kemur at hava ein munandi minni leiklut í framtíðini, um vit samanbera við hvat oljuvinnan roknaði við fyri bara trimum árum síani, sigur Thomas Curran, ið er greinari hjá FBR Capital Markets í New York, í samrøðu við Bloomberg.

Tann fyrsti av boripallunum hjá Transocean sum nú skal gerast til seym, er Pathfinder. Hann hevur seinnu árini ligið uttan arbeiði, sokalla 'cold stacking', men hevur kostað eigarunum einar 15.000 dollarar um dagin at hava lggjandi.