Sarah Huckabee Sanders, tíðindatalskvinna í Hvítu Húsunum, svarar spurningar frá fjølmiðlunum um ákærurnar móti forsetanum (Mynd: EPA)

#Metoo: 16 kvinnur vilja hava Donald Trump kannaðan

Ari av Rana

11.12.2017 - 20:56

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

16 kvinnur vilja hava Donald Trump, forseta í USA, kannaðan fyri at hava framt kynsligan ágang. Tær hava tí heitt á amerikansku kongressin at seta kanning í verk.

Á tíðindafundi fortaldu Samantha Hovley, Jessica Leeds og Rachel Cooks um tilburðir, har Donald Trump hevði følt uppá tær.

Kvinnurnar vóna, at #Metoo rørslan kann hjálpa teirra søk og at amerikanska kongressin tí fer at seta kanning í verk.

Fleiri av kvinnunum hava fortalt at Trump hevur mussa tær uttan teirra loyvi, og at hann hevur følt uppá fleiri teirra.