Mark McDonald (Mynd: BBC)

#MeToo: Bretskir ráðharrar siga sessin frá sær

Ingi Samuelsen

05.11.2017 - 13:53

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

#MeToo breiðir seg nú um Evropa eisini. Nú hevur ein ráðharri í skotsku stjórnini sagt seg úr sessinum, o ghevur sent út umbering fyri at hava roynt at verið ”stutligur” og ”vinarligur”, men at hetta hevur verið mistafatað

Talan er um Mark McDonald, ið var ráðharri fyri børn og ung í skotsku SNP-stjórnini.

- Mín atburður er einans mín ábyrgd, og eg biði um umbering til øll, ið hava kent mín atburð óhóskandi, skrivar ráðharrin í eini fráboðan sambært BBC.

Tjóðskaparflokkurin SNP hevur váttað, at tvey kærumál mótvegis ráðharranum verða kannað. Fyrr í vinuni skal Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri, hava ávarað hann um hansara atburð.

Fráboðanin frá Mark McDonald kemur bert fáar eftir, at bretski verjumálaráðharrin, Michael Fallon, eisini mátti fara frá sum ráðharri. Sambært honum, hevði hann ikki livað upp til tey ’krøv’, ið kunnu krevjast hav honum.

Fallon hevur í vikuni viðgingið, at hann í 2002 nart við knæið á einum kvinnuligum journalisti – nakað, ið hann hevur biðið um umbering fyri. Hetta hendi hóast journalisturin hevur sagt, at tað als ikki var nakað, ið hon hevði tikið skaða av.

Í fráboðan sínari skrivaði Michael Fallon.

- Ein røð av ákærum er í seinastuni komin mótvegis tjóðartingslimum – eisini um hvussu eg havi upprørt meg. Fleiri av hesum ákærum hava verið falskar, men eg ásanni, at eg fyrr ikki havi livað upp til tey høgu krøv, ið roknað verður við í Verjuni, sum eg havi tann heiður at umboða.