(Mynd: EPA)

Me-too: Gossip Girl-stjørna fyri ákærum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

08.01.2018 - 19:32

Mentan > List > Filmslist

Bretski sjónleikarin, Ed Westwick, sum spælir Chuck Bass í vælumtóktu sendirøðini Gossip Girl, er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnur, og fyri at hava neyðtikið tríggjar kvinnur.

Hetta hevur nú fingið avleiðingar fyri hansara yrkisleið. BBC hevur avgjørt, at ED Westwick verður kliptur úr sendirøðini “Ordeal by Innoncence”.

Ákærurnar móti Ed Westwick komu fyrst undan kavið í november. Millum annað verður hann lagdur undir at hava neyðtikið Kristina Cohen, sum hevur havt ein leiklut í sendirøðini, Californication.

Kristina Cohen fortelur, at hon hevði etið døgurða heima hjá Ed Westwick, og varð sovnað í hansara gestakamari. Tá hon vaknaði aftur lá hann á henni. Hon royndi at berjast ímóti, men hann var ov sterkur, og neyðtók hana.

Ed Westwick sigur seg ikki kenna Kristina Cohen, og at hann aldrin kundi funnið uppá at neyðtikið nakran, skrivar TV2.

Upptøkurnar til skemtirøðina “White Gold”, har Westwick hevur høvuðsleiklutin og sum verður víst á Netflix, eru eisini steðgaðar meðan kannað verður um hald er í ákærunum.