#Metoo: Kevin Spacey Foundation London gevst

Ari av Rana

02.03.2018 - 12:22

Tíðindi > Mentan > Sjónleikur

Kevin Spacey gjørdist, saman við Harvey Weinstein, ímyndin av øllum tí, sum #metoo rørslan berjist ímóti. Hetta hevur havt stórar avleiðingar fyri sjónleikaran, sum fleiri meta sum ein tann besta sjónleikaran sum er. Men nú vil eingin kennast við hann.

Ákærurnar móti Kevin Spacey føra nú til, at stuðulsgrunnurin The Kevin Spacey Foundation, sum stuðlar ungum listafólk, gevst í Bretlandi.

The Kevin Spacey Foundation varð stovnað í Bretlandi fyri 10 árum síðani, so endamálið hevur verið, at eggja og hjálpa ungum listafólki.

Enn er óvist hvat hendir við stuðulsgrunninum í USA.

Tá ákærurnar móti Kevin Spacey sóu dagsins ljós, varð hann fyrst koyrdur av sendirøðini House of Cards, og síðani av Ridley Scott filminum “ All the Money in the World”. Christopher Plummer, sum fekk leiklutin hjá Spacey í tí filminum, er tilnevndur ein Oscar fyri sítt avrik.

Scotland Yard kanna í løtuni fleiri ákærur móti Kevins Spacey um kynsligan ágang, sum er farið fram í London.