Harvey Weinstein (Mynd: EPA)

#metoo verður til film

Ari av Rana

26.04.2018 - 21:44

Mentan > List > Filmslist

Tvey filmsfeløg hava gjørt avtalu um at samstarvast um at gera film um teir tríggjar journalistarnar, sum feldu filmsframleiðaran Harvey Weinstein og harvið settu gongd í #metoo-rørsluna.

Harvey Weinstein kom í trupulleikar, tá eitt ótal av kvinnu stillaðu seg fram og ákærdu hann fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á tær. Tilsaman vóru tær fleiri enn 80 kvinnur. Nú skrivar miðilin Deadline, at filmsfeløgini Annapurna og Plan B fara at samstarvast um at fortelja søguna um hvussu journalistarnir í New York Times, Jodi Kantor og Meghan Twohey, saman við blaðstjóranum Rebecca Corbett setti gongd á søguna, sum er størsta gølan í Hollywood í fleiri áratíggjund.

Filmurin fer ikki at handla um Harvey Weinstein, men fer einans at fylgja journalistunum og teirra arbeiði at kanna um hald var í leysasøgunum sum gingu í Hollywood og filmsídnaðinum um Harvey Weinstein, skrivar DR.

Filmsfelagið Plan B hevur eitt nú gjørt Oscar vinnandi filmarnar 12 Years A Slave og Moonlight.