Sangarinnan Taylor Swift verður nevnd sum ein av persónunum í #Metoo-rørsluni (Mynd: EPA)

#Metoo-rørslan gjørdist “Ársins Persónur”

Ari av Rana

06.12.2017 - 15:25

Mentan > Uttanlands > Annað

10 “persónar” vóru í uppskoti til at vinna heitið Ársins Persónur, tá Time Magazine skuldi kjósa ein vinnara. Vinnarin gjørdi #Metoo-rørslan, sum av álvara hevur gjørt um seg seinastu mánaðirnar.

Heitið verður latið einum persóni ella bólki, sum hevur sett eitt veruligt mark á árið, sum fór.

Time Magazine kallar rørsluna fyri “The Silence Breakers”, og grundgevur fyri avgerðini við at #Metoo er tann skjótasta sosiala broytingini í fleiri áratíggju. Rørslan byrjaði við nøkrum hundrað djørvum kvinnum og monnum.

- Hashtaggið hevur virka sum eitt regnskjól fyri samanhald fyri milliónir av fólkum, sum hava staðið fram við síni søgu. Tað er ein partur av søguni. Men ikki øll søgan, skrivar Time.

Rørslan tók dik á seg, tá fleiri enn 30 kvinnur ákærdu Hollywood-filmsframleiðaran Harry Weinstein fyri kynsligan ágang. Weinstein bleiv koyrdur úr sínum egna framleiðslufelag, og er noktaður at taka lut í Oscar-akademinum. Ein annar, sum nú eru í trupulleikum sum úrslit av #Metoo-rørsluni eru sjónleikarin Kevin Spacey. Hann misti millum annað sína rollu í vælumtóktu sjónvarpsrøðini House of Cards.

Bæði Weinstein og Spacey verða kannaðir av løgregluni.